Petur

Petur greiðir frá:


-Eg vildi hava eitt lív

Hóast hann bert er fyrst í 20´unum, so hevur Petur roykt hash so at siga dagliga í 4-5 ár. Í samrøðu við Blákrossblaðið greiðir Petur frá lívinum sum misnýtari, og hvussu tað oyðilegði hansara ungdómsár. Hann ávarar staðiliga ímóti rúsevnum, sum hava fastatøkur á fleiri ungdómum, enn fólk flest geva sær far um

Við fyrsta eygnabrá sær Petur út sum ein heilt vanligur, fyrikomandi ungur maður. Men aftan fyri goymir seg ein døpur søga um ein ungan mann, sum kom í hóslag við rúsevni sum 14-15 ár gamal. Sum tíðin gekk, fór nýtslan hjá Peturi meira og meira yvir í misnýtslu, og sum 17 ára gamal roykti hann hash hvønn dag.

-Tað var ræðuligt. Eg merkti ikki, at eg var so bundin av hashi og metti, at eg nokk kundi leggja av, tá eg vildi. Men nú eg hyggi í bakspeglið, so var tað ein loddrøtt lygn, sum eg førdi fram, tí eg roykti hash hvønn tann einasta dag. Stutt sagt, so handlaði gerandisdagurin einans um at fáa nokk av rúsevnum til høldar, sigur Petur í samrøðu við Blákrossblaðið.


Glaður fyri at vera rúsfríur

Í dag er Petur rúsfríur, og tað er hann glaður fyri. Hóast hann ikki hevur nortið rúsevni í eina tíð, so merkir hann enn, at trongdin eftir rúsinum dregur til tíðir.

-Tað eru ymiskir dagar. Summar dagar hava eg tað fínasta slag, men aðrar dagar merki eg, at trongdin til rúsevnini er stór. Men tað, sum heldur meg aftur, er óttin fyri at enda aftur í misnýtsluni og tí lívinum eg livdi, tí tað er ræðuligt, sigur Petur.

Hann ávarar staðiliga ímóti rúsevnum í dag. Tað eru nógv fleiri ung fólk, sum royna rúsevnir í dag enn áður. Tí er tað alneyðugt, at myndugleikarnir og hjálparfelagsskapir leggja allar kreftir í at upplýsa um vandan við rúsevnum, vísir Petur á, tí hann unnir ikki nøkrum menniskja at uppliva tað sama sum hann.


Byrjaði av tilvild

Sum hjá teimum flestu, sum koma í samband við rúsevni, so byrjaði tað av tilvild hjá Peturi. Hann gekk vanliga í býnum um vikuskiftini og hevði hoyrt um rúsevni. Men hann gjørdi ikki nakað fyri at koma í umhvørvi, har hash var, og hann hevði heldur ikki ætlanir um at royna tað.

Tá hann byrjaði at drekka, so lovaði hann sær sjálvum bert at nýta rúsdrekka. Men tá mann er 14-15 ára gamal, so hugsar mann ikki so nógv um avleiðingar. Tí tók hann av, tá hann fyrstu ferð fekk bjóðað hash.

Rúsurin, sum hann fekk av hashi, var ein heilt annar enn av rúsdrekka. Peturi dámdi rúsin, og sum tíðin gekk, fekk hann meira alsk til hash enn rúsdrekka.


Frá nýtslu til misnýtslu

Við tíðini vaks nýtslan hjá Petur. Hann var nú liðugur við skúlagongd og var farin út á arbeiðsmarknaðin. Men ofta var tað trupult hjá Peturi at fáa (mis)nýtsluna og arbeiðið at sampakka. Hóast hann ikki vildi viðganga tað tá, so viðgongur Petur í dag, at hann longu sum 17 ára gamal var bundin av rúsevnum.

-Eg veit ikki rættiliga, hvussu eg skal greiða frá tí, men eg roykti bara meira og meira hash. Tað var ikki ringt at fáa fatur á hashi, og tí kundi eg roykja dagliga. Hetta hevði við sær, at eg hevði ilt við at hava ein vanligan dag, tí eg hugsaði bert um rúsevnið. Hash-rúsurin gav mær ein frið, men tað var ein dýrt keyptur løtuvinningur, sigur Petur.

Sjálvt um hash kostar 250 krónur fyri grammið, so kláraði Petur at fáa fatur á tí so at siga hvønn dag. Tá hann manglaði, so bjóðaði onkur av vinunum, og øvut. Soleiðis kláraðu teir at uppihalda dagligu hash-misnýtsluna

Misnýtslan tók meira og meira yvirhond, og at enda kláraði Petur ikki at røkja eitt starv við síðuna av misnýtsluni. Hann kláraði ikki at samla tankarnar um arbeiðið. Í staðin hugsaði hann bert um næsta rúsin, og tí gavst hann at arbeiða.


Trongdin fær tað ringasta fram í fólki

Misnýtslan tærdi eisini uppá familjuna, sum hevði fingið frænir av liviháttinum hjá Peturi. Lygnir, brotnar avtalur o.s.fr. gjørdust partur av gerandisdegnum fyri at hann kundi yvirliva við síni misnýtslu.

-Misnýtslan hjá mær ávirkaði sjálvandi eisini familjuna. Dagurin hjá mær var vendur totalt á høvdið, og alt familjulív var slept uppá fjall. Tað einasta, tað handlaði um, var at fáa fatur á nokk av hashi, og tí vórðu allar snildir tiknar í brúk, eisini um tað sáraði familjuna, sigur Petur.

Hann vísir á, at trongdin eftir rúsevni er so sterk, at hann ikki megnaði at standa ímóti. Tað er ikki tí hann vildi sára síni nærmastu. Men tey, sum ikki kenna til tílíka trongd, hava ikki ánilsi av,hvussu ræðuligt tað er, og hvussu langt misnýtarin fer fyri at verja misnýtsluna.

Til endans var hann so niðurundirkomin í síni misnýtslu, at hann ikki orkaði meira. Tað handlaði fyrst og fremst um rúsin, alt annað kom alt í aðru røð. Sjálvsvirðið fór niður í botn, og tað vóru tíðir, har hann hugsaði um at ”cutta seg” (skera seg), og enntá at gera enda á sær sjálvum.


Royndi at leggja av

Petur veit av royndum, at tað er lættari sagt enn gjørt at leggja av at nýta rúsevni. Hann royndi at leggja av nakar ferðir, men hvørja ferð datt hann útí aftur.

-Tað er ikki bara sum at siga tað at leggja av. Tí rúsevnini hava fylgt so nógv í mínum lívi, og tað var eitt stórt tómrúm, tá eg ikki roykti. Hetta tómrúmið skuldi fyllast við onkrum øðrum. Hartil kom tann øgiliga trongdin, sigur Petur.

Hóast hann var rúsfríur, so skifti hann ikki umhvørvi, og tað hevði við sær, at hann ofta fekk boðið rúsevni. Fyrstu tíðina kláraði hann at halda sær, men tað var bara ein spurningur um tíð, áðrenn hann aftur byrjaði við gamla liviháttinum.

-Í dag síggi eg klárt, at tað var skeivt av mær ikki at skifta umhvørvi. Tí eg fekk ofta bjóðað hash. Fyrstu tíðina kláraði eg at siga nei takk, hóast hugurin var har. Til endans gekk eg edrúur við knýttum nevum, og tað er heldur einki lív, sigur Petur.


Nú er nokk!

Spurdur um, hvat er munurin hesaferð, sigur Petur, at daman hótti við at fara frá honum, og hana vildi hann ikki missa. Tí gjørdi hann av at søkja sær hjálp hjá einum ráðgeva. Nakað, sum hann áður metti vera óneyðugt.

Tað var treyðugt, at hann fór til samtalu við rúsráðgevan, men í dag er hann glaður fyri tað. Hetta tí at sambandið við ráðgevan hevur givið honum nøkur amboð at nýta í stríðnum at halda seg frá rúsevnum. Amboð, sum hann ikki hevði áður.

Amboðini, Petur sipar til, er fyrst og fremst viljin at leggja av. Tí uttan vilja, so verður tað trupult at halda seg rúsfrían. Somuleiðis er tað av alstórum týdningi at fáa eitt nýtt og rúsfrítt umhvørvi, og so eisini at byggja sjálvsvirðið uppaftur.

-Enn havi eg ikki verið rúsfríur so leingi, men tað gongur rætta vegin. Eg livi bert einaferð, og at vera bundin av rúsevnum er avgjørt ikki nakað gott lív, sigur Petur at enda.


Hann ynskir at vera dulnevndur, og tí hevur hann fingið navnið Petur. Undirritaði kennir til rætta navn hjá viðkomandi.

 
 

Slóðir
Altjóða Blái Krossur
Blái Krossur Noreg
Blå Kors Danmark
Fleiri slóðir..
Lívssøgur
Lívssøga Jákups
Lívssøga Annika
Lívssøga Jónhildu og Gullak
Fleiri lívssøgur..
Samband
E-post
Facebook