Jóhann Dalsgaard

Blákrossblús

Prát við Jóhan "í Kollafirði” Dalsgaard

Vit kenna nokk øll Jóhan Dalsgaard, ella hava ið hvussu er hoyrt um hann. Vit kenna hann nokk betur sum Jóhan í Kollafirði. Vit kenna hann úr útvarpi og sjónvarpi, sum ein stuttligan og serligan mann, sum sær øðrvísi upp á lívið og tilveruna enn flest onnur fólk. Seinasta útspælið frá honum er sangurin Blákrossblús.

Ásbjørn Berthelsen

Jóhan hevur undirhildið í nógv ár, hann hevur sungið um Grønjakkarar í Havn, menn í Hirtshals og um, hvussu gott tað er at búgva í Kollafirði. Eisini hevur hann verið í politikki, tá hann stillaði upp til løgtingsvalið fyri Hin stuttliga flokkin.

Beint nú býr hann í Havn, í einari lítlari smáttu við ongum streymi ella sentralvarma. Í smáttuni búgva eisini ein kettlingur og nakrir hamstarar.

Hóast smáu korini er Jóhan væl nøgdur við lívið, men hann hevur ikki altíð havt tað lætt. Foreldrini drukku, og tað merkja børnini frá tí, tey eru smá.

- Tað byrjaði við eini skideballu, greiðir Jóhan frá. Foreldrini høvdu sent meg á Zarepta. Tað gera nøkur foreldur fyri at fáa frí nakrar dagar, men á hesi leguni kom eg til trúgv á Gud. Tá eg kom heimaftur og segði frá tí, bleiv eg skeldaður av foreldrunum. Hetta var við at gera at eg fór at drekka. Eg mátti drukna kenslurnar við onkrum.

Jóhan sigur, at hann bert hevur verið fullur tvær ferð í lívinum. Fyrru ferð var tað í 5 ár, og seinnu ferð var tað í 3 ár.


Í viðgerð

Í 1991 fór Jóhan fyrstu ferð í viðgerð.

- Tað var ein øgilig skomm at fara í viðgerð. Eg hevði bert hoyrt um tveir menn, sum høvdu verið í viðgerð. Eingin tosaði um tað. Eg skilji ikki, at fólk ikki síggja, at tað er nógv størri skomm at ganga fullur sum eitt spott og mala.

Tíverri fall hann í misnýtslu aftur, men eftir hetta fór hann aftur í viðgerð. Hesa ferð kláraði hann at vera edrúur í 12 ár, inntil 2005.

Tá royndi hann fleiri ferð aftur at fara í viðgerð, men hann føldi, at tað ikki gjørdi nakran mun, tí hann fór at taka hjálpina fyri givið. Hann fór eisini at ivast í, um tað nakrantíð fór at lukkast at gerast púra edrúur.

Hann fór í viðgerð á einum viðgerðarstovni í Danmark. Hetta var ein kristiligur stovnur, og arbeiðssetningur teirra var, at tað er bert Heilagi andin, sum kann fría teg frá rúsdrekka. Hann kláraði tað í 2 mánaðir, og so var aftur galið.

-Nú nyttar so einki – nú havi eg veruliga roynt alt! Hugsaði hann.

Men tá hendi nakað. Jóhan upplivdi, at Gud tosaði við seg. Tað var ígjøgnum eitt blátt ljós, og hann ivast ikki í, at Gud hesa løtuna hevur lært hann sera nógv. Hann fekk svar upp á allar lívsins spurningar frá Gudi eftir einari lítlari løtu.

-Tað, sum eg hevði gingið og leitað eftir alt lívið, hevði nú funnið meg, og mær tørvaði ikki at leita meir. Orðini um, at tann, sum drekkur av mínum vatni, skal aldri tysta aftur, fingu knappliga eina heilt aðra meining. Eftir hesa løtuna bleiv tað týdningarmikið fyri meg, at eg bleiv edrúur.

Nú bað hann um pláss á Blákrossheiminum.

-Eg hevði avgjørt tað, áðrenn eg fór á Blákross, at hesaferð skuldi tað eydnast. Nú var liðugt við rúsdrekka.

Nú er eitt gott ár liðið, síðani Jóhan var í viðgerð á Blákrossheiminum, og hann sigur, at hann er heilt sikkur í, at hesaferð fer hann at klára at halda sær.

-Eg eri edrúari hesaferð! Sigur hann við einum smíli á varrunum. Ein viðgerði segði, at tey, sum gerast edrú, eru tey, sum løgdu av, áðrenn tey komu í viðgerð. Hetta passar eisini fínt til mín, tí at eg hevði avgjørt tað, áðrenn eg fór í viðgerð.


Blákrossblús

Tað var júst á Blákross, at sangurin Blákrossblús varð til. Jóhan sat við klaverið í stovuni, og knappliga, í góðum selskapi, fóru teir at gera ein sang. Hann nýtti ein frymil, sum hann hevði nýtt til nakrar barnasýningar nøkur ár undan hesum. Hann setti nakrar spurningar, og svarini skuldu mynda orðini í sanginum. So spurdi hann ein: "Hevur tú nakrantíð verið nakrastaðni?” og ein annan, "hvat heldur tú um tað?” o.s.fr. Har komu fyrstu orðini – Eg havi verið á Blákross, og tað er ongin skomm! Síðani komu restin av orðunum mestsum av sær sjálvum.


Endamálið við sanginum

Eftir at sangurin varð liðugur, visti Jóhan, at hetta var nakað, sum kundi brúkast.

Við sanginum ynskir hann at bróta nøkur tabu.

-Tað er eingin skomm at fara í viðgerð fyri rúsmisnýtslu. Tað er nógv størri skomm at ganga sum eitt neyðardýr. Tað er størri skomm fyri ein sjálvan og fyri øll tey rundan um teg.

Eisini heldur hann, at tað er ein manglandi respekt fyri misnýtarum. Aðrar sjúklingar respektera vit nógv meir.

Onkur segði einaferð við Jóhan, at hann ikki mátti niðurgera ein minnilutabólk. Hetta tók hann til sín og gjørdi sangin "Grønjakkari í Havn”, sum akkurát ger gjøldur burtur úr einum minnilutabólki. Við Blákrossblús er øðrvísi.

-Blákrosssangurin lyftir ein minniluta upp, sum longu áðrenn er niðurgjørdur, sigur Jóhan, sera nøgdur.


Er tabu brotið?

Tá Jóhan fyrstu ferð fór í viðgerð í 1991, visti hann bara um 2, sum høvdu verið til avvenjingar. Tað tosaði man bara ikki um tá - tað var eitt sokallað tabu. Í dag eru vit meira opin um alt, og tað er gott, men vit skulu eisini ansa okkum! Vandin er, at vit fara í hina grøvina, og at tað soleiðis verður ov lætt – "eg kann jú altíð fara í viðgerð, so eg drekki bara”. Til hetta er sangurin ikki ætlaður, men at gera rúsmisnýtsluna alvorliga, tí at tað er eitt rættiliga alvorligt problem.

Sjálvur kennir Jóhan væl til teir trupulleikar, sum standast av rúsdrekka. Men eftir at hann er vorðin edrúur, er alt broytt.

-Eg eri so ræðuliga glaður nú, sigur hann, nú leggi eg merki til fuglarnar, teir sá eg ikki fyrr.

 
 

Slóðir
Altjóða Blái Krossur
Blái Krossur Noreg
Blå Kors Danmark
Fleiri slóðir..
Lívssøgur
Lívssøga Jákups
Lívssøga Annika
Lívssøga Jónhildu og Gullak
Fleiri lívssøgur..
Samband
E-post
Facebook