Sig øðrum tína lívssøgu

Tað er einki dulsmál, at tað mangan er sera trupult hjá einum rúsdrekka- ella rúsevnamisnýtara at síggja trupulleikarnar í eyguni.
At biðja um hjálp og vegleiðing, er eisini eitt stórt stig at taka.
Kanska verður tað lættari hjá tær, um tú á heimasíðuni hjá Bláa Krossi: www.blakross.fo, kanst uppliva, at eisini onnur hava havt ella hava somu trupulleikar at dragast við sum tú.Veruleikin er tann, at mong, mong onnur hava upplivað somu trupulleikar, pínu og skomm, sum tú kanska eisini hevur, men hava tey nú broytt kós og liva eitt lív í gleði uttan misnýtslu.
Ert tú fyrrverandi ella núverandi misnýtari ella avvarðandi at misnýtara? Send okkum tína lívssøgu og vit vilja leggja hana á heimasíðu okkara til hjálp fyri onnur.
Soleiðis kunnu onnur fáa gleði og gagn av tí, ið tú hevur upplivað sum misnýtari ella avvarðandi at misnýtara.
Tín lívssøga verður í trúnaði og einki navn verður nevnt. Skriva bara beint fram, opið og erligt um títt lív, ella um hvussu tú hevur tað júst nú. Skriva um kenslur, vreiði, skuldarkenslur, sorg, maktaloysi, gleði og frið. Ella skriva um hvussu trupult tað er at viðurkenna trupulleikan og at biðja um hjálp, og um hvussu gott tað er, at hava fingið hjálp.
Sig øðrum tína lívssøgu. Soleiðis kunnu vit eisini læra av hvør øðrum og hjálpa hvør øðrum til eitt betri lív.
Send tína lívssøgu við telduposti til:
blakross@blakross.fo ella sum vanligt bræv til: Blái Krossur Føroya, Heiðavegur 6, 620 Runavík. Minst til at viðmerkja á brævbjálvan: "Lívssøga".
Vinarliga, vel í yvirlitinum vinstrumegin, hvat tygum ynskja at síggja og lesa.