Eitt stig afturat…
Meiningarnar um rúsdrekka og rúsevni eru ymiskar. Tó halda tey flestu, at tað er syrgiligt at hesi rúsevni eru orsøk til stórar trupulleikar og vanlagnur í samfelagnum. Blái Krossur Føroya ynskir at upplýsa um vandan við misnýtslu og harvið fyribyrgja nógvar trupulleikar. Men hvat gert tú?
Hví ikki taka eitt stig afturat og gerast limur í Bláa Krossi?
Kanst tú taka undir við hesum: At siga avgjørt nei til rúsdrekka og onnur rúsevni.
At hjálpa øðrum at liva rúsfrítt, og at virka fyri eini rúsfríari lívsáskoðan og rúsfríum umhvørvi.
Um so er, tá eigur tú at taka eitt stig afturat og gerast limur í Bláa Krossi.
Endamál:
Blái Krossur Føroya er ein kristiligur fráhalds- og hjálparfelagsskapur, sum hevur til endamáls:
- at hjálpa menniskjum, ið eru illa stødd av rúsdrekkaávum,
- at fyribyrgja at fólk misnýta rúsdrekka og onnur rúsevni,
- at virka fyri ein rúsfríari lívsáskoðan og rúsfríum umhvørvi,
- at boða gleðiboðskapin um Guds kærleika til menniskju.
Loysunarorðið hjá Bláa Krossi er: Við Guds og hansara orðs hjálp.
Hugsjónin:
Hugsjónin hjá Bláa Krossi fatar um: - at veruligt frælsi fæst við trúnni á Jesus Kristus,
- at kjarnin í kristnum næstrakærleika er felagsskapur millum menniskju við virðing og samábyrgd hvørt fyri øðrum,
- at fráhald er gott, tá ið talan er um at vísa virðing og samábyrgd fyri næsta okkara,
- at neyðugt er at hava rúsfrítt umhvørvi í samfelagnum.
Limaskapur
Tann, ið vil vera limur í tí rúsfría felagsskapinum hjá Bláa Krossi, bindur seg til ikki at drekka rúsdrekka ella nýta onnur rúsevni. Blákrosslimir gjalda eitt árligt limagjald, ið aðalfundurin ásetur. Øll kunnu gerast limir, børn, ung og eldri. Limirnir fáa Blákrossblaðið sendandi.
- Verð blákrosslimur -
Hjálp tær sjálvum og næsta tínum og verð limur í Bláa Krossi. Send tekningarseðilin til Bláa Kross Føroya. Hevur tú onkran spurning, ert tú vælkomin at skriva tað í rútin "Viðmerkingar" niðanfyri.
Mongum tørva hjálp - okkum tørvar teg!
TEKNA TEG SUM LIM
Ja, eg taki eitt stig afturat og tekni meg hervið sum lim í Bláa Krossi Føroya við at fylla út tekningarseðilin niðanfyri. Eg fái sendandi váttan gjøgnum post, har eg endaliga skrivið undir blákrosslyftið: (Børn upp í 12 ár skulu ikki skriva undir blákrosslyftið, men kunnu verða limir kortini).