Kunning
Blái Krossur Føroya ynskir at verða sjónligur í samfelagnum og at kunna føroya fólk um fjølbroytta virksemi okkara.
Eisini ynskja vit at kunna okkara fólk um vandan við misnýtslu av rúsdrekka og rúsevnum, um fyribyrging, umsorgan og viðgerð.
Miðað verður eftir at røkka so víða sum til ber.
Hetta verður m.a. gjørt við Blákrossblaðnum, ymiskum prentlutum, Rúsvitan, á alnótini og í fjølmiðlunum.
Til tess at víðka sjónarringin, verður eisini kunnað um, hvat hendir innan rúsdrekka- og rúsevnisøki í øðrum londum, serliga í Norðurlondum.
Vinarliga, vel í yvirlitinum vinstrumegin, hvat tygum ynskja at síggja og lesa.
Tær flestu fílanar eru í PDF-sniði.