
Upplýsing og kunning fyri
ungum, er týdningarmikil partur av arbeiðinum hjá Bláa Krossi.
Vit vilja vegin koma út og vitja, tá unga ganga at lesa.
Tá ið ung ganga at lesa,
er eitt gylt høvi hjá prestum og kirkjum at taka evnir upp, ið eru
umráðandi fyri ungdómstíðina. Grundarlagið undir flestu
týdningarmiklu avgerðum menniskja tekur, verður lagt í
ungdómstíðini. Eisini tá tað kemur til nýtslu av rúsdrekka og
øðrum rúsandi.
Saman við avvarðandi
presti hava vit lagt undirvísingartiltøk tilrættis. Vit ynskja
ikki at hava peikifingurin á lofti, men at møta, lurta og vegleiða.
Fyribyrgjandi arbeiði er ikki bert at tosa um sjálvan rúsin, men
alt tað sum ávirkar tann unga í støðum tá avgerðir skulu
takast.
Evnir kunnu m.a vera:
- Bólkatrýsti
- Sjálvsvirði
- Tá mamma ella pápi
drekka
- Lívssøgur
Um ynski er at fáa vitjan
av einum frá Bláa Krossi, seti tykkum so í samband við
fyribyrgingarráðgevan ella skrivstovu okkara.