Blái Krossur Føroya er ein felagsskapur við í høvuðsheitum trimum arbeiðsøkjum: Boðan av gleðiboðskapinum, fráhaldsarbeiði og diakonalt arbeiði. Hesi trý eyðkenna blákrossarbeiðið - ikki bara í Føroyum, men um allan heim.
Blái Krossur er ein kristin felagsskapur
Okkara lívsáskoðan er tað bíbilska sjónarmiðið, at øll menniskju eru elskað av Gudi, og hava ómetaligt virði í Guds eygum.
Tí royna vit, við Guds og hansara orðs hjálp, at hjálpa og vegleiða menniskju í viðurskiftunum við Gud. Tí er grundarlag okkara Bíblian, og er hon vegleiðandi fyri alt arbeiði okkara. Blái Krossur er ein kristin felagsskapur, men ikki ein kirkja, kirkjulið ella samkoma.
Blái Krossur Føroya er ein kirkjuligur felagsskapur, og eru vit tí bundin at játtanarritum fólkakirkjunar. Men Blái Krossur er eisini ein arbeiðsfelagsskapur fyri øll kristin fólk, ið eru trúgv móti grundarlagi og endamáli okkara, og sum vilja gera eina tænastu fyri Gud og næstan.
Blái Krossur er ein diakonalur felagsskapur
Útgangsstøði okkara er, at diakoni (hjálpartænasta) er "kirkjunnar umsorgan fyri teimum neyðstøddu". Í okkara høpi merkir tað, at vit í Bláa Krossi eru kirkjunnar umsorgan fyri menniskjum, ið hava trupulleikar vegna misnýtslu av rúsdrekka og rúsandi evnum. Hetta umfatar misnýtarar, familjur teirra og avvarðandi.
Grundgevingin fyri kallið til tænastu okkara er hin kristna trúgvin og neyðin hjá medmenniskjum okkara. Av tí, at vit eru ein diakonalur felagsskapur, eiga øll starvsfólk okkara, lønt eins væl og sjálvboðin, at binda seg at arbeiða samsvarandi tí kristnu lívsáskoðanini.
Í øllum virksemi okkara, í boðan, upplýsing og viðgerð, eiga vit at nýta teir bestu arbeiðshættirnar, sum geva bestu úrslitini.
Tó eiga vit altíð at virða hitt einstaka menniskjað og frælsið hjá hvør øðrum, og bert nýta arbeiðshættir, ið varða um hetta.
Blái Krossur Føroya er av tí áskoðan, at hvørt einstakt menniskja hevur ábyrgd fyri egna lívi sínum, men fortreytirnar at uppfylla hetta kravið eru ymiskar. Felagsskapurin leggur stóran dent á, at eisini tey veiku og illa støddu fáa eitt virðiligt lív og tilboð. Her hugsa vit um misnýtarar og avvarðandi teirra.
Blái Krossur er ein fráhaldsfelagsskapur
Allir blákrosslimir skriva undir eitt blákrosslyfti (fráhaldslyfti), har teir binda seg til ikki at nýta rúsdrekka. Hetta verður gjørt fyri at vísa fyrilit og samábyrgd (solidaritet) fyri teimum, ið hava trupulleikar við misnýtslu, og sum hava lagt av at drekka rúsandi løg. Eisini her hevur fyrimyndin stóran týdning, serliga millum børnini og tey ungu. Eitt tílíkt fráhaldslyfti virkar fyribyrgjandi og verjir okkum fyri freistingini at drekka rúsdrekka. Blái Krossur væntar, at øll okkara starvsfólk, ið umboða felagsskapin, eru fráhaldandi.
Tá ið talan er um fráhaldsarbeiði ynskja vit at samstarva við onnur, um vit meta tað er gagnligt fýri fráhaldssakina. Talan kann vera um kirkjuligar felagsskapir, fráhaldsfelagsskapir og tað almenna. Sum partur av einum altjóða felagsskapi arbeiða vit eisini fyri at minka um vandan við rúsmisnýtslu um allan heim.
Blái Krossur er ein sjálvboðin felagsskapur
Blái Krossur Føroya er samansettur av einstaklingum, ið eru kallað til eina tænastu ella eru gripin av hugsjónini at hjálpa teimum rússkaddu. Á ymsan hátt verður hetta framt í verki við ymiskum diakonalum gerningum og tiltøkum.
Sambandið og samstarvið við teir almennu myndugleikarnar hevur stóran týdning fyri felagsskapin. Á henda hátt verður tað fíggjarliga grundarlagið tryggjað til eitt fakligt arbeiði við misnýtarum og avvarðandi, og til tað upplýsandi og fyribyrgjandi arbeiðið. Við samstarvsavtalum tryggja vit okkara uppruna, grundarlag og kristna sermerki. Verður okkum álagt uppgávur, ið eru í stríð við hugsjón okkara, vilja vit endurskoða eina slíka avtalu.
Felagsskapurin er samansettur av sjálvbodnum og løntum starvsfólki. Báðir partar eru neyðugir til tess at náa málinum, og hvørgin partur kann umverast.
Blái Krossur er menniskju, ið eru kallað til tænastu av Harra okkara Jesusi Kristi. Uppgávan er kristilig umsorgan fyri menniskjum, ið líða neyð vegna misnýtslu.
Við trúgv og áliti á, at Gud og hansara orð vil hjálpa og vegleiða okkum, vilja vit framhaldandi gera eitt boðandi-, diakonalt-og fyribyrgjandi arbeiði.