1. Tosað
við barnið um rúsevnir – eisini alkohol
Nøkur foreldur halda at tað er
trupult at tosað um rúsevnir. Tey bera ótta fyri at vera sett
andlit til andlits við sínar egnu vanar og óvanar. Men vit sleppa
ikki uttanum. Børn okkara mugu hava kensluna av, at vit leggja í
tey, og harumframt treingja tey til at sagt verður sum er. Kanningar
vísa, at ungdómurin heldir, at tey vaksnu tosað ov lítið við
tey um rúsevnir.
Minst til, at tað er ógvuliga
umráðandi at tosað á jøvnum føti við tey ungu.
2. Ver ein góð fyrimynd
Hugsa um, at tínir vanar kunnu
gerast óvanar hjá børnum tínum. Hugsa um, at atferð tín hevur
nógv størri ávirkan á børnini, enn orð tíni. Fyrimynd er tú,
um tú vilt ella ikki.
3. Fylg við í tí, sum børn
tíni gera í frítíðini.
Tað er munur á at vísa áhuga
og at sneyta. Tú ert ikki detektivur. Men tú hevur tørv á at
vita, hvat børn tíni takast við, hvar tey eru, og hvørjum tey eru
saman við. At kanna um tey liggja nátt har tey siga, er ikki eitt
tekin um at tú ikki lítur á ungdómin, men meira eitt tekin um, at
tú leggur í tey.
Og hvør hevur sagt, at ungdómurin
skal halda veitslur heima, uttan at tey vaksnu eru til staðar? Halt
teg á síðulinjuni, men ver dygst við.
4. Syrg fyri at tú kennir børn
tíni
Um tú ikki kennir børn tíni,
hevur tú einki at fyrihalda teg til um vandi skuldi verið á ferð.
Sýn áhuga, og ver nógv saman við børnum tínum. Tosað við tey
um ávísar lutir, sum t.d. hvat er teirra áhugi, og hvat teimum
dámar at gera, men eisini um, hvat tey halda um lívið sjálvt,
hvat tey meina er rætt og skeivt, og hvørjar gleðir, sorgir og
stúranir tey hava.
5. Vís áhuga (– eisini
eftir, at børn tíni hava nátt ein vissan aldur)
Mong foreldur kenna seg meira sum
flutningsfør heldur enn upp alarar. Mong gleðast tann dag tey
sleppa undan at koma við og heinta. Men møguliga er tað umráðandi
at vit akkurát tá vísa áhuga. At vit bjóða okkum at koma eftir
teimum, og koyra tey heim leygarnátt kostar einki, men kann vera ein
góð íløga.
6. Gev barninum sjálvsálit!
Trygt barn
spælir best. Tað er møguliga ikki nakað, sum er meira umráðandi
enn at geva teimum ungu eitt gott sjálvsvirðið í viðføri. Gev
barninum rós, og gev tí gætur sum er gott. Sig hart at tú elskar
barnið! At børn og ung hava álit á sær sjálvum og øðrum er
ein treyt fyri, at tey kunnu standa ímóti bólkatrýsti.
7.
Set avmarkingar - og halt tær
Tann frælsa barnauppalingin er
farin. Tey flestu viðganga í dag, at avmarkingar eru umráðandi
hjá teimum ungu. Spurningar um hvussu smalar avmarkingarnar skulu
vera er kynstri í uppalingini. Men tað er líka ringt við ov
strammum, sum við ov víðum avmarkingum. Tí skalt tú hugsa teg
væl um: Tel upp í tíggju áðrenn tú sigur nei. Og upp til fimm
áðrenn tú sigur ja. Ansa eftir, at tú ikki sigur nei av gomlum
vana. Og at tú ikki sigur ja fyri frið skyld.
Og tá tú hevur sagt ja ella nei:
So halt tað! Ikki geva eftir við fyrsta og besta høvi. Sýn at tú
ert álítandi.
8. Stand saman við øðrum
foreldrum
Tað er trupult at halda
avmarkingarnar: ”Øll hini sleppa…”. Vit sum hava verið ung
sjálvi, vita jú, at tað eru tey fæstu sum sleppa tað ”øll
hini sleppa”. Álíkavæl mugu vit hava samstarvsfelagar, og hesar
finna vit millum hini foreldrini. Tað gerst munandi lættari um
foreldrini í t.d. einum skúlaflokki einast um avmarkingarnar –
nær børnini skulu vera heima, nær tey kunnu spæla, krøv til
arbeiði heima, nýtslu av lummapeningi o.a.
9. Ver reiðilig!
Viðhvørt er freistandi at siga
eina hvíta lygn. ("Mamma tú drakk tá tú vart 15 ár?”) Men
lygnir og hálvir sannleikar duga ikki í longdini. Tá dugur bert
sannleikin, hvussu ótespiligur hann enn er.
10. Ikki geva børnum tínum
alkohol
Nøkur hugsa, at børnini skulu
sleppa at smakka sær á heima, tí so hvørvur nakað av
loynidóminum. Onnur geva ungdómum eina fløsku av víni ella nakrar
øl við í veitslu. ”So veit eg í hvussu so er hvat hann drekkur”
ella ”So heldur hon seg í øllum førum frá sterkari sløgum”.
Kanningar vísa, at galið í
báðum førum. Ungdómur sum sleppur at drekka heima, ella hvørs
heim góðtaka at tey drekka alkohol, drekka meira og oftari úti
millum javnaldrarnar. Og har tað er nógv alkoholnýtsla, er vandin
fyri at fáa hasj og onnur rúsevni størstur. Hetta eru góðar
grundir fyri, at aldursmark er sett fyri at keypa alkohol, og vit
vaksnu gera klókast í at virða hesar avmarkingar.