|
Bláir Krossur Føroya rekur tvær endurnýtslu-klædnabúðir, ið nevnast Blákrossbúðin. Onnur búðin er í Tórshavn, nærri í Kongagøtu 10, meðan hin búðin er á Heiðavegi 32, í Saltangará.
Handlarnir selja bílig, brúkt klæði, leikur, føroyskar bøkur og ymsar prýðis- og brúkslutir.
Fleiri enn 150 kvinnur gera eitt stórt sjálvboðið arbeiði í Blákrossbúðunum.
Fólk eru eisini vælkomin at steðga á og fáa ein kaffimunn. Á henda hátt kunnu fólk ogna sær góð og sera bílig klæði, bøkur, prýðis- og brúkslutir o.a.
Blákrossbúðirnar hava eitt stórt úrval innan øll sløg av klæðum. Her fær ein t.d. keypt alt frá vanligum gerðandisklæðum, til góð og ofta lítið brúkt fín klæðir, sum t.d. klædningar kjólar o.l. Vanliga finna tygum eisini her eitt gott og sera bíligt úrval av barnaklæðum, bókum og ymsum lutum.
Vit taka við tøkk ímóti góðum, reinum og heilum brúktum klæðum, leikum, smærri prýðis- og brúkslutum og sjálvbodnari arbeiðsmegi. |