At siga “Nei takk” í býnum

Hvat er tað, sum ger, at júst rúsur er so umráðandi, tá bólkar eins og einstaklingar fara út at hugna sær? Hví verður gingið út frá at ein júst drekkur rúsdrekka, tá farið verður í býin? Og hví verður gingið út frá, at ein sum ikki drekkur rúsdrekka, ikki hevur hug at vera við í hugnanum?

 

M.a. eru hetta spurningar, sum Laura Marie Månsson situr við. Laura er studentalesandi og dóttir drykkjumann. Hon hevur eitt ynski, um at tað í Danmark er í ordan, at ikki at drekka rúsdrekka, hóast ein er í býnum fyri at hugna sær. Hon greiðir frá pápanum og hansara bardaga og viðgerðum ímóti rúsdrekka, og hvussu hann eftir fleiri viðgerðum fekk tey “góðu boðini” frá viðgerðarplássinum: “Laura, de tror på, at jeg kan lære at drikke igen”.

Men hví var tað so umráðandi at læra at drekka? Viðgerðin hevði við sær, at hann aftur gekk fullur, og at enda misti lívið av tí.

 

Laura brigslaði viðgerðarháttin, inntil hon ein dagin sat við vinum og tosaði um, hvør skuldi við í býin. Ein vinkona kom á tal, men bleiv ikki tikin við, tí: “Hon drekkur ikki”. Enntá vóru tað fleiri, sum blivu frávíst ella ikki nevnd yvirhøvur, tí at tey ikki drukku. Natúrligani kendist tað, sum at tey, sum ikki drukku, vóru ikki stuttlig. Eisini upplivdi Laura, hvussu tey, sum vóru í býnum og ikki drukku, blivu trýst og lokkað at drekka, og ikki fingu frið at vera rúsfrí.

Hetta fekk Lauru at hugsa, um tað nú vóru viðgerðarplássini, sum áttu alla skuldina í, at pápin aftur byrjaði at ganga fullur. Møguliga vóru tað heldur fólkini rundan um hann, sum støðugt trýstu hann at drekka.

 

Laura hevur ein dreym um, at tað kann vera natúrligt at hugna sær rúsfríur, um ein ynskir tað. At ein eisini verður bjóðaður við, hóast ein fær sær vatn og sodavatn, heldur enn rúsdrekka. Um hetta skal eydnast, krevur tað eina mentanarbroyting, bæði millum ungdómin og tey tilkomnu.

 

Laura endar við ynskinum, um at tað møguliga verða færri ung í Danmark, sum kunnu siga sum hon:

“Jeg hedder Laura, jeg er 19 år gammel, og min far drak sig ihjel 20. december 2013”.

 

Les upprunagreinina á: Politiken