Rúsevnisnýtari

Havi eg trupulleikar við rúsdrekka?

Vit menniskju hava trupult við at viðurkenna okkara mistøk, og ofta má onkur peika okkum á mistøk/lastir okkara.





Her eru nakrir spurningar, ið kunnu geva tær ábendingar um tú drekkur ov nógv ella ikki.

  1. Finnur tú ofta upp á onkra umbering, fyri at fáa eitt glas av vín ella eina øl? – ella hevur ein trongd at taka tær av løttum við einum drykki?
  2. Hevur tú onkuntíð lova tær sjálvum ikki at drekka t.d. í eina viku, men hevur ikki hildið títt lyfti?
  3. Hevur onkur sagt við teg, at drekkur ov nógv? – og tú møguliga lýgur og sigur, at tú drekkur nógv minni, enn tú veruliga gert?
  4. Hevur fingið tær ein snaps í duldum, fyri at umganga ruðuleika við familjuni? – ella fært tú tær snaps í duldum undan týdningarmiklum arbeiðsfundum?
  5. Hevur tú svikið børn tíni (familju og vinir yvirhøvur), grundað á timburmenn?
  6. Hevur tú meldað teg sjúkan, grundað á timburmenn?
  7. Ert tú noyddur at drekka meira enn áður, fyri at kenna til? – ella tú metir ein, tveir ella tríggjar snapsir líka?
  8. Verður tú fullur til veitslur, hóast tú hevur sett tær fyri ikki at drekka ov nógv?
  9. Drekkur tú onkuntíð so nógv, at tú hevur trupult við at minnast, hvat hendi kvøldið fyri?
Um tú kanst svara ja upp á fleiri av hesum spurningum, er góð grund til at tú minkar tína rúsevnis-nýtslu. Vit vilja gjarna hjálpa.


Tey allarflestu, sum drekka ov nógv, hava tað trupult við at vera til staðar, tá ið tey skulu vera.

Tilveran saman við serliga familjuni tykist at broytast, tí tann rakti – tann, ið hevur trupult við at sleppa fløskuni – hevur so at siga kroyst seg sjálvan frá náttverðaborðinum, biltúrinum, frítíðini og øðrum saman við familjuni; og hugnar sær heldur saman við ølini og fløskuni, sum hava rúnarbundið tann rakta.

Síðani roynir familjan, vinurin ella arbeiðsfelagin at gera eina avtalu. Men alkaholið hevur skatt tann rakta so mikið, at viðkomandi hevur fullkomiliga gloymt avtaluna og situr á barr ístaðin. "Aftur nú”! siga tey nærmastu, "aftur nú hevur hann svíkt okkum”! – Enn eina ferð er tað rúsevni, sum hevur fanga tann rakta og svíkt tey avvarðandi. Soleiðis er tað tíanverri í mongum førum.

Metir tú, at tú gevur hesum rúsevninum alt ov nógva tíð og drekkur ella misnýtur rúsevni ov nógv. Gongur tín misnýtsla út yvir onnur? Gongur tað út yvir teg sjálvan? Ert tú bundin at alkoholið ella møguliga øðrum rúsevni?

Um so er at tú er bundin at alkoholið ella øðrum rúsandi, so er okkara boðskapur at broyting er møgulig.


Drekkur tú ov nógv av tí sterkara slagnum? Og tú hevur trupulleikar av tí? – hjálp er fyri framman!





 
 

Slóðir
Altjóða Blái Krossur
Blái Krossur Noreg
Blå Kors Danmark
Fleiri slóðir..
Lívssøgur
Lívssøga Jákups
Lívssøga Annika
Lívssøga Jónhildu og Gullak
Fleiri lívssøgur..
Samband
E-post
Facebook