Lesandi



Vit eggja ungum undir útbúgving - tað verið seg fólkaskúla, miðnámsskúla ella hægri lestur - til at gera brúk av okkum og okkara førleikum í samband við útbúgving. Hetta kann verða í samband við verkætlanir, starvsvenjing ella annað.

Verkætlanir

Tað er ikki so sjálvdan, at næmingar í skúlum kring landið gera verkætlanir, og eru evnini ofta rúsdrekka og rúsevnir. Í hesum sambandi eru tað fleiri, sum venda sær til okkara fyri at fáa svara spurningum. Tað er ymiskt hvussu næmingar ynskja at fáa svar. Onkur ringir og spyr og vil hava svar beinavegin, onkur vil hava vitjan á skúlanum, og aftur onnur senda ein teldupost við spurningum.

Hugskot til evnir at arbeiða við:

  • Ungdómur og rúsdrekka

  • Rúsevnir og hvussu hesi virka

  • Uppvøkstur og rúsur

  • Ungdómsmentan

Um tú hevur spurningar, ert tú vælkomin at seta teg í samband við okkum á tlf. 470400 ella seta teg í samband við fyribyrgingarráðgeva okkara á tlf 599530 ella teldupost jongerd@blakross.fo.

Starvsvenjing

Blákrossheimið tekur ímóti næmingum frá sjúkrarøktarfrøðiskúanum og námsfrøðislesandi í starvsvenjing. Tá tú ert í starvsvenjing, luttekur tú í dagliga arbeiðinum á Blákrossheiminum og fært innlit í viðgerðina. Vit hava eisini havt fólk uttan úr heimi í starvsvenjing, ið hava havt ynski um at koma at kenna viðgerð okkara. Um tú ynskir at tosa við okkum um starvsvenjing, ert tú vælkomin at seta teg í samband við Blákrossheimið á tlf 315575 ella teldupost blakrossheimid@blakross.fo

Umsorganareindin tekur eisini ímóti næmingum í starvsvenjing. Um tú ynskir at gera brúk av hesum møguleika, set teg so í samband við Umsorganarheimið í Grønulið á tlf 315577 ella teldupost gronalid@blakross.fo

Næmingar í fólkaskúlanum kunnu eisini koma í starvsvenjing hjá Bláa Krossi. Hetta kann vera á skrivstovuni í Saltangará, í einum av Blákrossbúðunum ella á Kafé Blákrossstovuni. Ert tú fólkaskúlanæmingur, ið ynskir at koma í starvsvenjing, ert tú vælkomin at seta teg í samband við skrivstovu okkara á tlf 470700 ella teldupost blakross@blakross.fo

Sum partur av altjóða felagsskapi, við 45 limalondum ymsastaðir í heiminum, hava vit møguliga at hjálpa til við starvsvenjingum uttanlands. Hevur hetta tín áhuga, set teg so í samband við skrivstovu okkara.

 
 

Slóðir
Altjóða Blái Krossur
Blái Krossur Noreg
Blå Kors Danmark
Fleiri slóðir..
Lívssøgur
Lívssøga Jákups
Lívssøga Annika
Lívssøga Jónhildu og Gullak
Fleiri lívssøgur..
Samband
E-post
Facebook