Heilsustarvsfólk


Fyrsta samrøðan um rústrupulleikar

Starvsfólk í heilsu- og almannaverkinum, tað verið seg læknar, sosialráðgevar, heilsufrøðingar ella onnur røktarstarvsfólk hava tætt samband við nógvar borgarar og kunnu verða vera tey fyrstu, ið verða var við at rúsdrekka, rúsevni ella misnýtsla av heiligvági, hevur neiliga ávirkan á livið hjá onkrum. Sostatt eru tað ofta hesi, ið takað stig til fyrstu samrøðuna um rústrupulleikar.


Tørvur á viðgerð

Møtir tú einum í ynskir ella sum tú heldur hevur tørv á proffessionellari hjálp, ert tú vælkomin at seta teg í samband við okkum. Blákrossheimið hevur drúgvar royndir, vælútbúgvið starvsfólk, og kann svara øll spurningum í hava samband við rústruplleikar. Tað verið seg um tað er ein sjúklingur ella ein avvarðandi. Vit hava eisini, í samstarvið við barnaverndirnar kring landi, drúgar royndir at hjálpa ungum, ið hava rúsevnistrupulleikar.

Vit bjóða døgnviðgerð ella ambulanta viðgerð og vilja takað støðið í tørvinum hjá hvørjum einstøkum. Tú ert vælkomin at seta teg í samband við Blákrossheimið á tlf. 315575 ella teldupostblakrossheimid@blakross.fo


Manglandi bústað

Tað eru tey í okkara samfelag, har rúsurin hevur ment seg til ein víttfevndan trupulleika, sum gongur út yvir hús og heim. Blái Krossur rekur Umsorganarheimið í Grønulíð, ið er varðandi bústaður fyri tann, ið hevur víttfevndar rústrupulleikar og ikki sjálvur magnar at fasthalda egnan bústað.

Hevur tú samband við ein, ið hevði havt tørv á einum nýggjum, tryggum bústaði, ella ikki hevur nakran fastan bústað, ert tú vælkomin at seta teg í samband við Umsorganarheimið á tlf. 315577 ella teldupost gronalid@blakross.fo


 
 

Slóðir
Altjóða Blái Krossur
Blái Krossur Noreg
Blå Kors Danmark
Fleiri slóðir..
Lívssøgur
Lívssøga Jákups
Lívssøga Annika
Lívssøga Jónhildu og Gullak
Fleiri lívssøgur..
Samband
E-post
Facebook