Felagsskapurin er samansettur av sjálvbodnum og løntum starvsfólki. Báðir partar eru neyðugir til tess at náa málinum, og hvørgan parturin kunnu vit verða fyri uttan.
Tú kanst vera við í arbeiðinum sum sjálvboðið starvsfólk á hesum økjum:
Blákrossbúðirnar
Blákrossbúðirnar í Havn og í Runavík verða riknar av sjálvbodnum, ið arbeiða eftir fastari skipan. Arbeiðið umfatar at taka ímóti og skilja klæðir og annað, taka sær av kundunum og aðrar fyrifallandi uppgávur í handlunum. Um tú ynskir at vera við í hesum arbeiði, sig so frá á skrivstovuni á tlf. 470700.
Les meir um Blákrossbúðirnar
her
Kafé Blákrossstovan
Kaféin í Kongagøtu í Havn verður rikin av sjálvbodnum, sum arbeiða eftir fastari vaktarskipan. Arbeiðið er fyrst og fremst at taka sær av teimum, sum koma á kaféina - at verða blíður og fyrikomandi og geva tí einstaka gætur. Á kaféini verður selt kaffi, te, køkur og eitt minni úrval av kioskvørum. Um tú ynskir at vera við í hesum arbeiði, sig so frá hjá Yvonnu Drangberg, leiðara, á telefon 520607.
Les meir um Kaféina
her
Umsorgan
Mong av viðskiftafólkum okkara hava ikki nógv fólk uttan um seg. Mangan er vinarskarin lítil og trupult er at koma út millum fólk í eitt annað umhvørvi enn fyrr. Tú kanst vera við til at vísa umsorgan fyri einum øðrum. Hetta kann gerast við at vitja ein, ið tørvar vitjan, at ringja til ein einsamallan ella at fara við einum til eitthvørt frítíðarítriv. Ja, møguleikarnir eru nógvir. Er hetta nakað fyri teg, set teg so í samband við skrivstovu okkkara, á tlf. 470700.
Fyrifallandi uppgávur
Blái Krossur hevur tørv á sjálvbodnum til fyrifallandi uppgávur. Hetta kann vera á ymiskum økjum og í ymiskum tíðarskeiðum, eitt nú at hjálpa til á skrivstovuni, á Blákrossheiminum ella í samband við tiltøk sum festivalar og landsinnsavnan. Er hetta nakað fyri teg, ert tú vælkomin at seta teg í samband við skrivstovu okkara á tlf 470700.
Voluntørur
Tú hevur møguleika at fáa nakrar gevandi lívsroyndir í víttfevnda blákrossarbeiðinum - bæði heima og úti - sum voluntørur. Sum voluntørur arbeiðir tú nakrar mánaðar, uttan løn, men fært lummapengar, og møguleikan fyri eini ferð til India og takað lut í blákrossarbeiðinum har.
Les meir um voluntørin
her