Snarslóðir
Ein av mínum nærmastu hevur trupulleikar

Ein av mínum nærmastu hevur trupulleikar


Um onkur dagliga nýtir rúsevni, skal viðkomandi vera vísur í, at hann ikki bert ávirkar seg sjálvan – men eisini tey, rundanum, tey avvarðandi.


Eg kenni ein, sum hevur brúk fyri hjálp, hvussu skal eg bara meg at?

Tú ert møguliga ein av teimum, sum dag og dagliga stríðist og troyttast av, at ein av tínum nærmastu heldur fastari um fløskuna, enn viðkomandi heldur um teg!

Tú hevur eftir øllum at døma gjørt alt, sum tú yvirhøvur hevur orku til, at fáa tann, sum drekkur, at ásanna sín alkohol-trupulleika; og hevur kanska roynt at fingið hann/hana í viðgerðar. Tú gongur allarhelst undir av tungum kenslum sum saknur, ótti, ivi, einsemi, lágum sjálvsvirði, vreiði, máttloysi og ringari samvitsku. Og tú hevur kanska sett tær fyri, at nú er ovmikið, nú skal tað verða nokk, nú er nokk við at góðkenna drykkjuskapin hjá tínum nærmasta! – Men tú ert máttleys/ur og hevur ikki megi til at seta slík krøv.


Her eru 5 ráð hvussu tú kanst gera:

1. Ger av, hvat tú vilt náa fram til, tá ið tú fert til verka

Til dømis at tú sigur, hvørjar avleiðingar tað fær, um eingin broyting hendir. Ella at tú bjóðar tær til at hjálpa. Men ger tær greitt, hvat ið tú vilt náa, áðrenn tú stígur næsta stigið.

2. Finn onkran, sum kann stuðla tær

Fá onnur í t.d. familjuni at taka undir við tær. Setið felags krøv.

3. Kunna hann ella hana við tín trupulleika í einari friðarligari samrøðu

Spyr ikki hví hann/hon drekkur so nógv. Tú fært kortini ikki brúkt grundgevingina til nakað.

Kjakast ongantíð um orsøkina.

Halt fast við tín trupulleika, hóast hann ella hon sýtir fyri at hava nakran trupulleika.

Ver ítøkiligur - ger samrøðuna til eina "eg-samrøðu".

Sig frá tí, tú hevur sæð, hvørjar avleiðingar drykkjuskapurin hjá honum/henni hevur fyri teg, hvørji positiv krøv tú setir.

Títt hjálpar-tilboð skal setast fram sum eitt krav. Broyting skal koma í. Hann/hon kann siga ja ella nei til hjálpar-tilboðið frá tær, men ikki til kravið um broyting.

Legg dent á loysnir. Vís, at tú ert fúsur at hjálpa at loysa trupulleikarnar.

Sig bart út, at tað er drykkjuskapurin, tú vilt sleppa av við og ikki persónin.

Sigur hann/hon ja til kravið um broyting, ger so eina skrivliga avtalu. Sigur hann/hon nei til kravið um broyting, sig so skilliga, hvørjar avleiðingar tað fær.

Nevn bara avleiðingarnar, sum tú ert til reiðar at seta í verk.

4. Fá tær kunnleika um týðandi hjálparmøguleikar

Blákrossheimið tlf. 31 55 75.

Rúslinjan hjá Bláa Krossi tlf. 31 85 86.
Skrivstovan hjá Bláa Krossi tlf. 470 700.
Tín lækni kann eisini vísa tær á aðrar møguleikar

5. Far møguliga við fyrstu ferð

Um tit semjast um onkra viðgerð, far so við fyrstu ferð. Ikki bara fyri at stuðla honum/henni, men eisini fyri at vissa teg um, at nú skal okkurt henda.

Minst til: Tú mást ongantíð taka á teg uppgávur hjá hinum. Hvør einstakur hevur sína uppgávu og sína ábyrgd, og um tú tekur ábyrgdina á teg, so hevur tú tikið hana frá einum øðrum.

 -------------------------------------------------------

Eru alkoholtrupulleikar í familjuni líða øll undir hesum og hava tørv á hjálp

Tá ein er maki til ein, sum drekkur, er lætt at blíva bundin av at liva undir treytunum ella korunum hjá tí, sum hevur rústrupulleikar. Men ikki so at makin fær sær av fløskuni hjá misnýtaranum, men at viðkomandi ávirkast so mikið nógv av tí, sum raktur er, at tað kann ávirka hann á tann hátt, at hann gloymir alt rundanum seg, børn, hús og heim. Makin hugsavnar seg einans um at hjálpa tí við rústrupulleikum –  medmisnýtari. Tískil er tað ikki bert tann við rústrupulleikum, sum hevur hjálp fyri neyðini, men eisini tey, rundanum, restin av familjuni, ið hava hjálp fyri neyðini.

Vit hava hjálp til tykkara. Ein møguleiki er at koma á RAP-skeið.

Livir tú møguliga saman við einum, sum hevur drukkið nógv, men sum nú er givin at drekka; so hevur familjan eina fortíð við rústrupulleikum, sum tit eftir øllum at døma eru hørm um. Latið fyri alt í verðini vera við at fortreingja hesa døpru fortíðina, ella í øðrum orðum at lata sum um at hendan tíðin ongantíð hevur verið, men takið ábyrgd fyri fortíðini. Tøgnin í øllum lutum er ikki góð, hon kann lættliga lata daprar støður í fortíðini kóka, og tað kann kóka yvir.

Um so er, at tú hevur stór ella vaksin børn; tosið við tey um, hvussu tað var fyri tykkum vaksnu. Greiðið teimum frá, at tit vita, at tit brutu tykkara lyftið sum vaksin, ið at vera fyrimyndir o.a. sum vaksin áttu at verið; altso at tit hava svíkt tey. Gerið eisini greitt, at tit eru til reiðar at lurta, hvussu tey upplivdu tíðina.

RAP-skeið

Nakra ferð um árið skipar Blákrossheimið fyri skeiði fyri avvaraðandi. Vilt tú gera upp við tína fortíð? Sleppa undan trupulleikunum, sum hava tyngt teg gjøgnum lívið, og koma viðari? So er hetta skeiðið júst nakað fyri teg.

Á skeiðunum siga fólk frá lívi teirra sum avvarðandi og verða fyrilestrar hildnir við sálarfrøðingum, ráðgevum og prestum. Skeiðið er skipa við fyrsta parti sum 2-daga skeið og síðan við 4 uppfylgjandi døgum ella kvøldum.

-------------------------------------------------------

Tilfar:

Temablað: Avvarðandi hjá rúsmisnýtarum

Temablaðið, sum kom út í januar 2009, viðger júst evnið 'Avvarðandi hjá rúsmisnýtarum'. Í blaðnum eru samrøður við kvinnu, sum vaks upp í einum heimi, har rúsdrekka var ein stórur trupulleiki, ein sálarfrøðing, ein rúsdrekkaráðgeva, umframt at blaðið umrøðir annað, sum hevur við ‘avvarðandi hjá rúsmisnýtarum’ at gera. Tak blaðið niður her.

Grein: Tá børn eru avvarðandi

Í hesi greinini, kanst tú lesa ávirkanina børn kunnu verða fyri, tá tey vaksa upp í heimið har rúsdrekka er ein trupulleiki. Tak greinina niður her.

 
 

Slóðir
Altjóða Blái Krossur
Blái Krossur Noreg
Blå Kors Danmark
Fleiri slóðir..
Lívssøgur
Lívssøga Jákups
Lívssøga Annika
Lívssøga Jónhildu og Gullak
Fleiri lívssøgur..
Samband
E-post
Facebook