Hvør ert tú?


Rúsdrekkanýtari
Vit menniskju hava trupult við at viðurkenna okkara mistøk, og ofta má onkur peika okkum á mistøk/lastir okkara. Her eru nakrir spurningar, ið kunnu geva tær ábendingar um tú drekkur ov nógv ella ikki.
Ein av teimum nærmastu
Um onkur dagliga nýtir rúsevni, skal viðkomandi vera vísur í, at hann ikki bert ávirkar seg sjálvan - men eisini tey rundanum, tey avvarandi. Tú ert møguliga ein av teimum, sum dag og dagliga stríðist og troyttast av, at ein av tínum nærmastu heldur fastari um fløskuna, enn viðkomandi heldur um teg.
Heilsustarvsfólk
Starvsfólk í heilsu- og almannaverkinum - tað verið seg læknar, sosialráðgevar, heilsufrøðingar ella onnur røktarstarvsfólk - hava tætt samband við nógvar borgarar og kunnu verða tey fyrstu, ið gerðast varug við, at rúsdrekka, rúsevni ella misnýtsla av heilivági hevur neiliga ávirkan á lívið hjá onkrum. Sostatt eru tað ofta hesi, ið taka stig til fyrstu samrøðuna um rústrupulleikar.
Lesandi
Vit eggja ungum undur útbúgving - tað verið seg fólkaskúla, miðnámsskúla ella hægri lestur - til at gera brúk av okkum og okkara førleikum í samband við útbúgving. Hetta kann verða í samband við verkætlanir, starsvenjing ella annað.
Sjálvboði starvsfólk
Felagsskapurin er samansettur av sjálvbodnum og løntum starvsfólki. Báðir partar eru neyðugir til tess at náa málinum, og hvørgan partin kunnu vit verða fyri uttan. Tú kanst vera við í arbeiðinum sum sjálvboðið starvsfólk á ymsum økjum.
Gávugevar
Letur tú javnan peningagávu til Bláa Kross Føroya, so ert tú ein av teimum, ið heldur arbeiðinum uppi. Uttan stuðlar vildi tað ikki verið gjørligt at hildið verandi virksemi koyrandi. Um tú ynskir at stuðla hjálpar- og fyribyrgingar-arbeiðinum hjá Bláa Krossi, ber til at flyta eina upphædd á kontu okkara. Sí meira her.
 
 

Slóðir
Altjóða Blái Krossur
Blái Krossur Noreg
Blå Kors Danmark
Fleiri slóðir..
Lívssøgur
Lívssøga Jákups
Lívssøga Annika
Lívssøga Jónhildu og Gullak
Fleiri lívssøgur..
Samband
E-post
Facebook