Rúslinjan

Rúslinjan svarar alt døgni á nummar 31 85 86
-  ókeypis telefonráðgeving í trúnaði.


Hevur tú trupulleikar við rúsdrekka?
Stendur tú einum nær, ið hevur trupulleikar av rúsdrekka ella rúsevnum?
Ert tú kedd tá pápi ella mamma drekka?
Tørvar tær onkran at tosa við?

Tá kanst tú ringja Rúslinjuna tlf. 31 85 86.

Tær nýtist ikki at siga hvør tú ert.
Vit hava tagnarskyldu.
Vit hava stundir at lurta.
Vit vita nógv um rúsdrekka og misnýtslu.

Nógv tosa við okkum um:
* Hvussu hjálpi eg einum, ið drekkur ov nógv?
* Havi eg ein rústrupulleika?
* Hvussu kann eg koma í viðgerð?
* Skal eg blanda meg uppí?


Tilboðið umfatar:
- at lurta og samtala
- at veita ráð og vegleiðing til hjálp og viðgerðarmøguleikar
- ráðgeving í sambandi við ítøkiligar trupulleikar.

Ráðgevararnir hjá Rúslinjuni hava fulla tagnarskyldu, og bæði brúkarar og ráðgevarar hava rætt til at vera ónevnd.
 
Til ber eisini at senda teldupost til: blakross@blakross.fo, um tú hevur onkrar spurningar o.a., ið vit kanska kunnu svara skrivliga.

 
 

Slóðir
Altjóða Blái Krossur
Blái Krossur Noreg
Blå Kors Danmark
Fleiri slóðir..
Lívssøgur
Lívssøga Jákups
Lívssøga Annika
Lívssøga Jónhildu og Gullak
Fleiri lívssøgur..
Samband
E-post
Facebook