Umsorgan
Alt virksemi hjá Bláa Krossi er hjálpartænasta (diakoni) og eigur at vera merkt av kristnum næstrakærleika. At veita treytaleysa hjálp og umsorgan til tey sum tørva. Ein partur av hjálpartænastuni verður framdur við virkseminum á umsorganareindini hjá okkum.

Umsorganareindin hjá Bláa Krossi Føroya er:
- Umsorganarheim
- Tveir búfelagsskapir
- Dagtilhaldið Kafé Blákrossstovan
Ynskir tú samband við umsorganareindina, set teg so í samband
við Yvonnu Drangberg, tlf. 520607, ella skrivstovuna hjá Bláa Krossi,
tlf. 470700.