Fleiri og fleiri arbeiðspláss, fyritøkur, stovnar og kommunur ynskja hjálp frá Bláa Krossi til at orða ein rúsevnapolitikk.
 
Blái Krossur fær javnan fyrispurningar frá arbeiðsplássum um stuðul og hjálp til at orða og gjøgnumføra ein rúsevnapolitikk. Tað vil siga eina mannagongd, um hvussu farast skal fram viðvíkjandi nýtslu og misnýtslu av rúsdrekka og rúsevnum á arbeiðsplássinum.

Fyrispurningarnir frá arbeiðsplássunum vísa, at politikkur á økinum er ikki nóg mikið. Leiðarar, álitisfólk og onnur mugu læra hvussu tey skulu fyrihalda seg, tá ið ítøkiligir trupulleikar stinga seg upp.

Tí bjóðar Blái Krossur undirvísing og ráðgevingar tænastu frá fólki við drúgvum royndum á hesum økið.

Serligur dentur verður lagdur á:
  • Alment um rúsevnistrupulleikar
  • Rúsevni á arbeiðsplássinum
  • Ábyrgdarbýti á arbeiðsplássinum
  • Misnýtarin, hjúnafelagi, børn, familja o.o.
  • Starvsfelagin
  • Uppgávan hjá leiðsluni
  • Uppgávan hjá álitisfólki
  • Upgávan hjá starvsfelaganum
  • "Hin torføra samtalan"
  • Uppfylging
  • Ymiskt annað eftir tørvi....

Áhugaði kunnu venda sær til skrivstovuna hjá Bláa Krossi tlf. 470 700 ella á teldupost blakross@blakross.fo.
 
 

Slóðir
Altjóða Blái Krossur
Blái Krossur Noreg
Blå Kors Danmark
Fleiri slóðir..
Lívssøgur
Lívssøga Jákups
Lívssøga Annika
Lívssøga Jónhildu og Gullak
Fleiri lívssøgur..
Samband
E-post
Facebook